Á snarfundi í gjárkvøldið samdist leiðslan í grønlendska Naleraq-flokkinum um at ekskludera landstingslimin, Knud Mathiassen, fyri tað, sum flokkurin metir eru rasistiskar og diskriminerandi útsagnir.
- Samstundis hevur Knud Mathiassen boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur á landstingsvalinum í Grønlandi, veit Sermitsiaq at siga í morgun.
Formaðurin í Naleraq, Pele Broberg, sigur í tíðindaskrivi, at ein limur í Naleraq hevur sagt: "Tá vit gerast sjálvstøðug, noyðast danir í landinum at fara heim."
Pele Broberg upplýsir ikki navnið á floksliminum, sum nú er koyrdur úr flokkinum, men talan er Knud Mathiassen, sum í verandi valskeiði skifti flokk frá IA til Naleraq, eftir at hann varð útihýstur av IA.
##med2##
Í viðmerking sigur Naleraq-formaðurin, at Naleraq stríðist fyri einum sjálvstøðugum Grønlandi, har "inklusjón og integratión" eru miðdepilin.
- Vit arbeiða fyri einari rættvísari og væl umhugsaðari leið móti sjálvstýri, sum virðir mannarættindi og altjóðarætt. Tað skal ikki vera rúm fyri spjaðandi útsagnum, sum skaða umdømið hjá Grønlandi ella neyðuga samleikan í okkara samfelag.
Sambært Sermitsiaq upplýsir Knud Mathiassen á Facebook, at hann stillar ikki upp aftur til landstingsvalið í Grønlandi.