Kolding tapti grannauppgerð á heimavølli

Mattias H. Lamhauge slapp ikki at verja málið hjá mótstøðuliðnum

Seinnapartin var grannauppgerð í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding tóku á heimavølli móti liðnum hjá Mattiasi H. Lamhauge, Fredericia. Tíverri bleiv ikki talan um eina føroyingauppgerð, tí Mattias slapp heldur ikki at verja málið hjá Fredericia í dag. Altjóða royndir telja opinbært einki hjá venjaranum, Michael Hansen.

 

Men tað er so Michael Hansen, ið flennur í dag, tí Fredericia vann 1-0 á Kolding, og ein sigur í einari grannauppgerð er altíð søtur. Fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá Jakob Jessen skoraði sigursmálið. 

 

Fredericia er næstfremst í ovara endaspælinum við 43 stigum. Teir eru seks stig aftanfyri OB, ið tó hevur spælt ein dyst færri. Kolding er aftast við 34 stigum. 

 

Tvey tey ovastu liðini flyta upp í donsku superliguna.