Vit hava í dag eina rúgvu av vinnuligum stuðli, sum serliga fer til fyritøkur, sum hava við fisk og skip at gera. Nøkur dømi eru:
- Ali- og uppsjóvarvirki í serligu fiskavirkisskipanini hjá ALS
- Bátar hjá alifyritøku, sum bara sigla í Føroyum, eru í FAS. Alifyritøkan (og ikki landið) fær tí allan lønarskattin frá manningini
- Stuðul til flutning av fiski og fiskavørum
- Klassingargrunnur til fiskiskip, so tey kunnu útseta skattin hjá sær
- Alifyritøkur kunnu útseta skattin av virðinum á livandi fiski, sum svimur í aliringunum
- Fyritøkur, ið byggja bátar og skip í Føroyum, fáa endurgjald frá landinum
- Skipaeftirlitið verður fíggjað av skattgjaldaranum, meðan Fjarskiftis-, Tryggingar- og Posteftirlitið verða fíggjað av brúkarunum
- MVG-frítøka av fiskireiðskapi, sjóklæðum, agni, ísi, olju, provianti, salt og øðrum
- Skattligar avskrivingar av skipum eru nógv lagaligari enn t.d. av ídnaðarbygningum
Fiskivinnan er grundarlagið undir øllum okkara samfelagi. Uttan hana høvdu vit ikki verið her, so sjálvandi skal hon hava góð og trygg kor – men hon skal bara ikki hava stuðul og framíhjárætt fram um aðrar vinnur.
Eg eri ikki ímóti stuðli, tí sum eitt vælferðarsamfelag skulu vit sjálvandi stuðla okkara eldru, barnafamiljum, sperdum húskjum, teimum við likamligum og/ella sálarligum avbjóðingum, teimum ið gera sjálvboðið hjálpararbeiði, barna- og ungdómsarbeiði, umhvørvisátøkum o.s.fr.
Ein annar, sum fær stuðul frá landskassanum, er ferðafólkið. Ferðavinnan er alsamt vaksandi, og er tað ógvuliga gott, at vit fáa fleiri bein at standa á. Tó skal tað ikki vera so, at vanligi skattgjaldarin skal rinda fyri, at ferðafólk kunnu sleppa at ferðast við okkara tyrlum, bussum og fergum fyri súmbolska upphædd. Ofta standa føroyingar enntá eftir á kaiini, tí ferðafólk og útlendskir bilar hava fylt ferguna. Føroyingurin rindar meginpartin av Strandferðsluni yvir skattin, og tí er upplagt at hava ymiskar prísir fyri føroyingar og ferðafólk, eins og man hevur í fleiri øðrum londum.
Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, fari eg at arbeiða fyri, at vit endurskoða tær ymsu vinnuligu stuðulsskipanirnar og gera neyðugar tillagingar.
Óli Jákup Jacobsen
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Um meg:
Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6, 4, 2 og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.