Kommunan ætlar at keypa Kondittaríið fyri 6 milliónir

Ætlanin er at endurbøta bygningin, so at bygningurin aftur gert eitt savningarstað í miðbýnum.

Mitt í hjartanum av miðbýnum í Havn liggur gamla Kondittaríið, sum lat upp í 1925. Ein býarmynd tey flestu kenna, og sum fleiri hava vitjað gjøgnum tíðina. Men eyðkendi bygningurin er í ringum standi, og ætlanin var annars at taka bygningin niður.

 

Tórshavnar kommuna ætlar at keypa bygningin og gera neyðugu endurbøtingina, so bygningurin aftur kann vera eitt stað, har fólk savnast.  

 

– Tað er umráðandi fyri okkum, at vit varðveita og hjúkla um søguna, mentanina og dámin í miðbýnum. Býurin er gamal, men ansa vit okkum ikki, hvørvir søgan skjótt. Við hesum tryggja vit, at tey hugnaligu, eldru og smáu húsini í okkara gongugøtu verða varðveitt, og tað fegnist eg um, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

 

Ein býarmynd síðan 1925

 

Húsini, sum vit kenna sum Kondittaríið, vóru upprunaliga eini sethús, sum Frants Restorff keypti fyri 5.000 krónur í 1915. Nøkur ár seinni - í 1925 - lat Kristina Restorff Restorffs kondittarí upp á "Glade Hjørn".

 

Síðani hava nógv fólk hava gingið gjøgnum eyðkendu hurðina við høvuðsinngongdina og inn á gólvið á Kondittarínum – eitt stað at hittast og práta um leyst og fast. 

 

##med2##

 

Síðani er virksemið í bygninginum broytt, og seinast hevur ein klædnahandil hildið til í húsinum.

 

Samleikaskapandi bygningar

 

Tað hevur alstóran týdning at varðveita nøkur av smáu húsunum í miðbýnum fyri at tryggja ein fjølbroyttan miðbý við pláss fyri bæði søguligum og nýggjum. Tað eru eisini viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri samleika og ljósviðurskifti í gøtuni.

 

Gamla Kondittaríið liggur við framsíðunum móti gongugøtuni og túninum aftanfyri, ið nevnist “Lítla tún”. Virksemi í bygninginum skal vera útvent, eins og tað altíð hevur verið.

 

Umframt at endurbøta bygningin, er ætlanin at varðveita skapið av mønutekjuni og at varðveita úthurðina. 

 

Neyðugt er eisini at skifta klimaskerm, vindeygu og at skifta klædning.

 

Ein partur av útbygninginum stendur inni á grannamatriklinum, og verður tí neyðugt at taka útbygningin niður.

 

##med3##

 

Birita Wardum, Býararkitektur og deildarleiðari á býarskipanardeildini og Elsa Berg, borgarstjóri.

 

Eigarin av Kondittarínum hevur bjóðað kommununi at keypa bygningin fyri 5,95 mill. kr. íroknað m.a. niðurtøku av uppíbygningi og høvuðsumvæling av klimaskerminum. 

 

Keypið av Kondittarínum skal viðgerast á komandi býráðsfundi 27. mars.

 

 

 

Trýst á myndina fyri at lesa greinina, sum stóð í Sosialinum 28. mai 1987