Tey telja atkvøður á nýggja valstaðnum í Hoyvík valkvøldið 12. november 2024

Kommunuvalið gekk sum heild væl

Tað sigur Løgmálaráðið, sum gjørdi eina kommunu varuga við, at valið ikki varð farið rætt fram sambært lógini, og sum sigur, at løgreglan viðger eitt mál um møguligt valsvik.

Tey telja atkvøður á nýggja valstaðnum í Hoyvík valkvøldið 12. november 2024

Tað var Helgi Arbrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum setti landsstýrismanninum kommunumálum ein grein 52a fyrispurning um kommunuvalið.

Ítøkiliga spurdi hann soleiðis:

1. Hvat er endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista til kommunuval?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at broyta hetta?

3. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild?

Til fyrru spurningarnar sigur landsstýrismaðurin, at endamálið er helst at tryggja fólkaræðisligan dynamikk við at eggja til fleiri listar, men í viðmerkingunum til kommunuvallógina verður ásetingin ikki neyvari viðgjørd.

–  Atlitini hjá spyrjaranum eru viðkomandi at taka við í viðgerðina, um farið verður undir at eftirhyggja kommunuvallógina við tí fyri eyga at gera broytingar. Eingin ætlan er um hetta í løtuni, sigur hann.

Til síðsta spurningin - um hvussu landsstýrismaðurin heldur, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild, svara landsstýrismaðurin soleiðis:

– Løgmálaráðið metir, at kommunuvalið 12. novembur 2024 sum heild gekk væl. Øll bý- og bygdaráð vórðu mannað. Løgmálaráðið gjørdi eina kommunu varuga við, at valið ikki varð farið rætt fram sambært kommunuvallógini, og løgreglan viðger eitt mál um møguligt valsvik, sigur landsstýrismaðurin í kommunumálum, Bjarni K. Petersen.

 

 

Tey telja atkvøður á nýggja valstaðnum í Hoyvík valkvøldið 12. november 2024