Kona J. D. Vance fer at vitja Nuuk og Sisimiut

Sambært upplýsingum frá Sermitsiaq verður konan hjá amerikanska varaforsetanum við til hundasletukappingina Avannaata Qimussersua

Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix

Sum Sermitsiaq skilir, so eru myndugleikarnir í Grønlandi kunnaðir um vitjanina, sum verður lýst sum óformlig og av privatum slagi.

Í januar var tað sonur Donald Trump, Donald Trump Jr., sum vitjaði í Nuuk. Nú ljóðar, at ein annar í familjuni hjá toppinum í amerikansku umsitingini er á veg til Grønlands.

Sambært upplýsingunum hjá Sermitsiaq snýr tað seg hesaferð um Usha Vance, sum er kona J. D. Vance, sum er varaforseti hjá Donald Trump.

Hetta ger Usha Vance til aðru damu í USA.

Tað hevur áður ljóðað, at USA ynskti at stuðla siðbundnu hundasletukappingini, og sambært upplýsingunum hjá Sermitsiaq hevur samskipanin handan kappingina góðtikið og fingið fíggjarligan stuðul frá USA umvegis amerikanska konsulátið í Nuuk.

Tíðindini um vitjanina frá Usha Vance koma eina viku eftir, at mótmælisgongur móti útsøgnunum hjá Trump forseta um Grønland vóru fleiri staðni í landinum hetta seinasta vikuskiftið.

Donald Trump hevur víst Grønlandi stóran áhuga, sum hann heldur, at USA eigur at eiga og hava ræði á.

Hetta hava grønlendskir politikarar fleiri ferðir víst aftur, seinast í felags yvirlýsing frá floksforfólkunum.

Men longu í morgin koma trygdarfólk til Nuuk, har tey skulu hjálpa konu J. D. Vance og sendinevnd hennara undir vitjanini. Sambært upplýsingum frá Sermitsiaq skal Usha Vance fyrst gista í Nuuk, og síðani til Sisimiut, har hon skal luttaka í hundasletukappingini Avannaata Qimussersua sum byrjar leygardagin 29. mars.

Undir vitjanini hjá Donald Trump Jr. í Nuuk hitti sonur forsetans ikki umboð frá stjórnini.

Sermitsiaq frættir, at konan hjá J. D. Vance heldur ikki fer at hitta embætisfólk úr Grønlandi.

 

 

Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix