Hvar heldur tú jól í ár?
- Eg haldi jól heima við hús á Skála. Eg rokni við, at vit verða á Skála um jólahøgtíðina, bæði jóladag og 2. jóladag, sigur Annfinnur Garðalíð.
Hvat eta tit um jólini?
- Tað verður uttan iva dunna við fyllu, eplum, sós, reyðkáli og øllum tilhoyri.
Keypir tú jólagávur?
- Hasin spurningurin er í fleirital, so svarið er nei. Eg keypi møguliga eina jólagávu, um dóttirin ikki keypir hana fyri meg.
Annfinnur Garðalíð dylur ikki fyri, at tað er konan, sum keypir allar jólagávurnar.
Hvønn týdning hava jól fyri teg?
- Eg haldi, at jólini eru ein hugnalig høgtíð, har familjan samlast, og vit hugsavna okkum um ta størstu gávuna, sum nakrantíð er givin.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Ja, sjálvandi. Eg haldi, at vit í fyrsta lagi skulu hugsavna okkum um, hví vit halda jól, og annars er tað mítt jólaynski, at tað er friður, semja og nærvera í familjum á jólum og í tíðini, sum kemur, sigur Annfinnur Garðalíð.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/jolatraeid-verdur-pyntad-tollaksmessudag