Síðani 1937 hevur Disney framleitt filmar til børn og vaksin kring allan heimin, og klassikararnir eru óteljandi – Snjóhvíta, Tarzan, Pinocchio, Peter Pan, Lion King, Frozen, Cars og nógvir aðrir. Í flestu førum hevur Disney eisini skrivað og innspælt nýggjan tónleik til filmarnar, og nógvir av sangunum eru blivnir hitt.
Nú fara føroyskir sangarar og tónleikarar at tulka kendar Disney-sangir á heilt serligari konsert á Summar Festivalinum í august. Tey fara at framføra sangir úr filminum sum Lion King, Aladdin, Frozen, Tarzan, The Prince of Egypt, Toy Story, Moana og Pocahontas.
Konsertin, sum verður seinnapart leygardag, hevur fingið heitið "Øll elska Disney", og hetta verður konsert fyri alla familjuna við framúrskarandi Disney-sangum, ið fólk kring heimin hava tikið til sín.
Sangarar vera Linda Andrews, Mike Viderø og Laila Carlsen.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.