Tá løgreglan beint eftir midnátt í gjárkvøldið mátaði ferð í Norðoyatunlinum, varð ein bilførari máldur at koyra 106 kilometrar um tíman.
Hetta gevur klipp í koyrikortið, tá tað bert er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman í tunlinum.
Men, tað vísti seg ikki, at ungi bilførarin, sum júst hevði fingið koyrikortið, var serliga smæðin á vegnum í nátt.
Tí, tá hann kom úr Norðoyatunlinum klaksvíksmegin og fór inn í rundkoyringina, har stóri húkurin stendur, fór hann øvutan veg í rundkoyringini.
Hesum fann løgreglan út av, og enn einaferð varð hann tikin.
At koyra øvutan veg í rundkoyringini gevur eisini klipp í koyrikortið, so nú vóru knappliga tvey klipp eftir ongari løtu til unga bilføraran.
Tey fyrstu árini hjá ungum bilførara verða í dag mett sum royndartíð, og tí skal nógv minni til hjá einum, sum er nýggjur í ferðsluni, at missa koyrikortið.
Og tað var júst hetta, sum hendi í Klaksvík í nátt.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ungi bilførarin fekk koyriforboð, og hann kann ikki koyra bil aftur, fyrr enn hann hevur tikið koyrikotið av nýggjum.