Seinasta vikuskiftið læt bretski forsætisráðharrin, Kier Starmer, upp fyri møguleikanum at senda friðarvarðveitandi bretsk herfólk til Ukraina.
Men, í dag sigur talsmaðurin hjá Kreml í Russlandi, Dmitry Peskov, at Moskva góðtekur ikki, at hetta verður gjørt, og tað sigur hann sambært Reuters.
Dmitry Peskov sigur, at uppskotið hjá bretska forsætisráðharranum kann ikki góðtakast, tí tað merkir, at Nato-herdeildir tá verða í Ukraina.
Sambært talsmanninum verða Nato-herdeildir í Ukraina ein beinleiðis hóttan móti Russlandi - eisini, um tær verða í Ukraina undir øðrum flaggi.