Kreppurnar úti í heimi er tað keðiligasta

- Í árinum hava verið nógvar smáar og góðar upplivingar og løtur, sum tilsamans hava gjørt 2024 til eitt gott ár, sigur Per á Sýnini

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Nýggjárið verður hildið stille og roligt heima við hús við einum góðum røstum bita saman við mínum nærmastu, og eg vænti eisini at fáa heimabakaða kransakøku og ís frá konuni.

 

Tað sigur Per á Sýnini. 

 

- Seinni verður tað ein túrur út í Gulu Smiðju til kyndlagongu, stutta tobbarøðu og hugna, sigur hann brosandi og sipar til røðuna hjá Tórbirna Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2024?

 

- Tað er trupult at siga, hvør størsta hendingin er - uttan líka tað, at Liverpool endaði 2024 sum klárt oddalið í Premier League.

 

Per á Sýnini sigur, at í árinum hava verið nógvar smáar og góðar upplivingar og løtur, sum tilsamans hava gjørt 2024 til eitt gott ár.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Tað keðiligasta er, at tað framhaldandi eru og koma fleiri álvarsamar kreppur úti í heimi, sum ávirka allan heimin á ein keðiligan hátt. Mín vón fyri 2025 er, at kreppurnar kring heimin fara at leggja seg aftur, so stabilitetur og møguleikar koma aftur til øll.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Nýggjárslyftið er lætt aftur í ár: Um Liverpool endar sum botnbotn lið - ja, so fari eg at leggja av at roykja, sigur Per á Sýnini, sum er Liverpool-fjeppari og fegnast um góðu gongdina hjá liðnum.