Í gjárkvøldið vóru tíðindini, at Búi Egilsson, sum er álopsspælari, hevur skrivað undir sáttmála við EB/Streym, sum næsta kappingarár fer at spæla sínar heimadystir í Hólmanum á Eiði.
Í kvøld eru tíðindini úr EB/Streymi, at enn ein álopsspælari hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið.
EB/Streymur skrivar soleiðis:
EB/Streymur og 23 ára gamli Kristian Svabo Eliasen, sum leikti við okkum seinnu hálvu í ár, hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár.
Hetta kappingarárið leikti Kristian 14 dystir fyri EB/Streym og fekk 7 mál, skrivar EB/Streymur.
Tað var eftir summarsteðgin í ár, at Kristian Svabo Eliasen flutti frá barndómsfelagnum KÍ og til EB/Streym.