Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand stríðast fyri at enda millum átta tey ovastu liðini í grundspælinum í bestu norsku hondbóltsdeildini, so liðið sleppur at taka lut í endaspælinum.
Í løtuni er Kristiansand fýra stig frá áttanda plássinum.
Kristiansand tapti í dag á heimavølli í Aquarama-høllini greitt 27-34 fyri Drammen. Útiliðið var á odda 18-14 í steðginum. Tróndur var noteraður fyri eitt upplegg til mál (assist) í dystinum.
Kristiansand er nummar 10 í deildini við 13 stigum fyri 19 dystir. Teir hava fýra stig upp til Arendal á áttanda plássinum.
Kristiansand hevur sjey dystir eftir at leika í grundspælinum.
Sunnudagin 16. februar hevur Kristiansand dyst á útivølli móti Halden.