Fríggjakvøldið 21. februar skipar Føroya Lærarafelag fyri kvæðahugna í Vági. Kvæðahugnin verður í Stóra pakkhúsi, skrivar Skúlablaðið á netinum.
Elin Maria Ó. Olsen fer at leggja lag á og geva íblástur til, hvussu kvæðaundirvísingin kann skipast.
Skráin er hendan:
18:30 Hittast og heilsast – Vælkomnir Føroyingar her í vási
Kvæða-quiz - borðspæl
19.00 Nátturði
Dansispøl
Kaffi og omaná
Pub quiz um kvæðini og vísurnar, ið eru á skrá
Vit fara upp á gólv. Umframt Burtur á heiði, Veturin kom, v.m. eru kvæðini, ið verða brúkt á kvæðastevnu fyri miðdeild fólkaskúlans á skrá:
Hørpuríma
Sigmundskvæði yngra
Sinklars vísa
Orðið er frítt
Vit royna eisini ymiskt undirvísingartilfar, sum plagar at vera stuttligt at brúka við næmingum, skrivar Skúlablaðið á netinum.
Fyri at vera við á tiltakinum er neyðugt við at melda seg til.