Tað verður ein rein havnarfinala millum Kyndil og Neistan í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum í høllini við Tjarnir komandi leygardag.
Kyndil hevði við sær til Klaksvíkar eina 39-29 leiðslu til seinnu hálvfinaluna móti Stjørnuni í KÍ-høllini í Klaksvík. Í dag vann Kyndil 35-30 á Stjørnuni, og harvið ein samlaðan 74-59 hálvfinalusigur á Stjørnuni.
Kyndil legði hart út í dag, og legði seg á odda 4-0, og harvið samlað við 14 málum. Stjørnan fekk tó høvdið fyri seg, og í steðginum var Kyndil á odda 17-15. Tað bleiv tó ongantíð spenningur um samlaða útfallið, og í seinna hálvleiki sluppu nakrir av yngru leikarunum hjá Kyndli at royna seg.
Mina Sirdal Henriksen var toppskjútti hjá Stjørnuni við sjey málum. Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við 11 málum.
##med2##