Landsliðsmálverji verður liðfelagi hjá Allani og Bjarna til 2028

Björgvin Páll Gústavsson hevur longt sáttmálan við Val

39 ára gamli íslendski landsliðsmálverjin, og málverjin hjá Vali, Björgvin Páll Gústavsson hevur longt sáttmálan við íslendska høvuðstaðarfelagið.

 

Björgvin Páll Gústavsson verður málverji hjá Vali fram til summarið 2028, og tað kunnu Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og hinir liðfelagarnir í Vali fegnast um.

 

Björgvin Páll Gústavsson hevur leikt heili 281 landsdystir, og hann hevur saman við íslendska landsliðnum kappast í 18 endaspølum.

 

Valur er í løtuni fjórðfremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 20 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri oddaliðini, FH og Fram.

 

Björgvin Páll Gústavsson er upprunaliga frá bygdini, Hvammstangi sum liggur á íslendska norðurlandinum.