Landsstýriskvinnan á vitjan á Diagnostiska deplinum

Týsdagin 11. februar vitjaðu Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum og Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum á Diagnostiska deplin á Landssjúkrahúsinum

Mitt í hjartanum á Landssjúkrahúsinum liggur Diagnostiski depilin. Diagnostiski depilin fevnir um Rannsóknarstovuna og Røntgendeildina, og depilsleiðarar eru Ann E. Østerø og Sissal Clemmensen, hetta skrivar Sjúkrahúsverkið.  

 

Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum

Starvsfólk á Rannsóknarstovuni gera kanningar innan seks ymisk serøkir: Biokemi, immunologi, patologi, mikrobiologi, fysiologi og nuklearmedicin, umframt neurofysiologi. Uppgávan hjá Rannsóknarstovuni er at greina kanningartilfar, sum er tikið og móttikið frá Landssjúkrahúsið, hinum sjúkrahúsunum í Sjúkrahúsverkinum og kommunulæknum.

 

Birita K. Samuelsen, deildarleiðari, greiddi frá ætlanum at  menna deildina tøkniliga, fyri áhaldandi at tryggja skjót svar, tí kanningartalið økist á øllum økjum – og vísti gestunum runt á Rannsóknarstovuni.

 

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum

Starvsfólk á Røntgendeildini gera kanningar við hátøkni tólum. Kanningarnar fevna um: Vanligar røntgenkanningar, CT skanningar, MR skanningar, Ultraljóðkanningar, Gjøgnumlýsing, kliniska mammografi og mammografiscreening.

 

Lisa Frederiksberg, deildarleiðari, vísti gestirnar runt á Røntgendeildini. Lisa fortaldi um verkætlan, sum Røntgendeildin er partur av saman við Ríkissjúkrahúsinum, ið krevur at radiografar framhaldandi halda fakligar førleikar viðlíka.