AB og ÍF eru tvey av liðunum, sum hava fokus á at vinna uppflyting í bestu deildina.
Í dag hittust AB og ÍF á Argjum. Úrslitið var 1-1, og nú trý umfør eru avgreidd, er tað skjótt at staðfesta, at tað gongur illa hjá AB og ÍF at vinna fótbóltsdystir.
AB hevur vunnið ímóti B36 og spælt javnt ímóti Skála og ÍF. Fuglfirðingar bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum. Teir taptu á heimavølli ímóti Víkingi, og nú hava teir tvær ferðir verið partur av javnleiki í høvuðsstaðnum. Í fyrra førinum endaði tað 2-2 ímóti B36 og nú 1-1 á Argjum.
ÍF hevði nógva vindin undan í fyrra hálvleiki, og longu í sætta minutti legði Rúnar C. Johnsson ÍF á odda við skoti av brotsteigarmarkinum. Hetta var annað málið hjá honum í ár.
Eftir steðgin hevði heimaliðið vindin undan, og tað mesta gekk fyri seg á ÍF hálvuni. Tólv minuttir undan leikloki javnaði AB til 1-1. Málskjútti var júst innskifti Jeremiah Okornoe, sum royndi seg av brotsteigarmarkinum. 20 ára gamli álopsspælarin er ættaður úr Gana, og í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð í næstbestu deildini. Í fjør spældi hann við MB.
Mikudagin fær AB nýggjan møguleika, tá ið EB/Streymur verður gestur í Vika.
ÍF fær mikudagin vitjan av 07 Vestur.