Leiðarin á Skálagarði: Ein ófantalig burturvísing

Heimsendi leiðarin á Skálagarði hevur skrivað bræv til stjóran í Almannaverkinum. Les tað her

– Av tí at ongin í ovastu leiðslu í Almannaverkinum nakrantíð hevur sett seg í samband við meg aftaná ófantaligu burturvísingina av Skálagarði 1. mai uttan nakra sakliga grund, so valdi eg fyrradagin at skriva til Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum.

 

Soleiðis skrivar Mildrid á Lógv, sum er suspenderað sum leiðari á Skálagarði í Klaksvík. Hon skrivar soleiðis:

 

Av tí at ongin í ovastu leiðslu í Almannaverkinum nakrantíð hevur sett seg í samband við meg aftaná ófantaligu burturvísingina av Skálagarði 1. mai uttan nakra sakliga grund, so valdi eg fyrradagin at skriva til Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum. Ístaðin fyri at svara mær og bjóða mær inn til ein fund, so fer stjórin í Kringvarpið dagin eftir og brúkar partar av mínum brævi at tosa um endurmenning og samstarv við Klaksvíkar sjúkrahús, sum eg sjálv hevði skotið upp í januar mánaði. Hann tosaði í útvarpinum um nýggja leiðslu á Skálagarði í august, men enn havi eg ikki fingið ætlanarskriv um uppsøgn. Ístaðin fyri at stuðla mær í uppbyggjanini av stovninum, so hevur leiðslan mótarbeitt mær tað mesta av tíðini. Men nú sær tað út sum, at onkur annar ætlar sær at taka æruna av mínum arbeiði.

 

Talan er ikki um nakra ósemju frá mínari síðu, men um eitt einvegis álop frá mínum arbeiðsgevara á meg.

 

Her er skrivið:

 

 

 

Hey Edvard

 

Eg biði hervið um ein fund við teg sum stjóra í Almannaverkinum. Eg ynski at sleppa at siga mína søgu fyri tær viðvíkjandi uppbyggjan av Skálagarði og um starvið sum leiðari á stovninum.

 

Í januar skrivaði eg til Elin, Hjørdis og tín um, at okkurt mátti henda reint yvirskipað í Almannaverkinum fyri, at Skálagarður skuldi liva upp til endamálið fyri endurmenningarpartin. Vit eru væl á veg við hesum, men eru enn í eini uppbyggingarfasu. At svarið skuldi blíva at siga meg úr starvi ístaðin fyri at taka væl ímóti tí, sum eg vísti á, er sera órættvíst. Hjørdis kallaði meg tó inn til fund um eina menningarætlan, har ein arbeiðsbólkur skuldi setast mannaður av leiðara og starvsfólkum á Skálagarði, deildini Venjing og starvsfólkum frá Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hugskotið til hesa verkætlan er sprottið úr mínum skrivi til tykkum. Eg havi verið sera spent at fara í holt við hesa verkætlan, sum eg kendi meg til reiðar til at fara undir aftaná at hava bygt grundina av stovninum upp við mannagongdum, virðisgrundarlagi, tveimum gjøgnumførdum eftirlitum og ymiskum praktiskum arbeiði á Skálagarði. 

 

At Elin Danielsen, eindarleiðari, ætlar at siga meg upp í hesi uppbyggingarfasu, har tað hevur eydnast mær at byggja grundina upp og skapað trivnað bæði millum starvsfólk og búfólk, er púra ófatiligt. Hetta er so óvirðilig viðferð, at eg ikki havi orð fyri hesi takkarløn, sum er grátulig. Byrjanin var sera hørð við skiftandi starvsfólkum, og eg havi offrað meg 150 % fyri Almannaverkið seinasta 1 1/2 árið, so her má onkur misskiljing vera. Vónandi virðismetir tú mín eldhuga og arbeiðsinnsats, somuleiðis trivnaðin hjá búfólkum og starvsfólkum, sum øll ynskja meg aftur sum leiðara á Skálagarði. Karmarnir, sum eg havi arbeitt undir við starvsfólkatroti og tungari arbeiðsbyrðu fyri restina av starvsfólkahópinum, hava ikki verið optimalir. Allíkavæl havi eg megnað at fingið jalig úrslit burturúr hesum, har trivnaður er, og borgarar hava gjørt framstig við at hava ment mistar førleikar. 

 

Við vón um vælvild, soleiðis at mínir fakligu førleikar framvegis kunnu nýtast í uppbyggjanini av Skálagarði. Vit vóru nú í apríl mánaða í einum so góðum stevi, har pílarnir peikaðu uppeftir við einum stabilum og góðum starvsfólkahópi, sum bara skuldi økjast um fyri at byggja stovnin fult upp. Men knappliga bleiv teppið rivið undan okkum! Eitt arbeiðspláss er sorlað sundur, sum gongur útyvir bæði starvsfólk og búfólk. 

 

Sum stjóri hevur tú heimild til at seta meg aftur í starvið sum leiðari á Skálagarði. Vónandi gert tú tað, sum øll á Skálagarði ynskja.

 

 

 

Vinarliga

 

Mildrid á Lógv

 

Leiðari á Skálagarði (suspenderað)

 

Eindin Likamligt brek

 

Trivnaðardepilin

 

Almannaverkið