Vaktleiraðin hjá løgregluni sigur frá átaksleiðarnum har norðuri, at tað ikki er ráðiligt at fara í hagan at leita. Tí hevur løgreglan sent boð eftir tyrluni at leita.
Tey hava ikki frætt frá fólki í haganum og vita ikki um fólk, sum eru í haganum. Men tað eru fólk á Eiði, sum hava sæð ljós í haganum.