Liðið hjá Gunnari Vatnhamar framdi bragd í Conference League

Víkingur Reykjavík vann á grikska stórliðnum, Panathinaikos

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík spældi í kvøld størsta dystin nakað íslendskt felagslið hjá monnum hevur spælt í einari evropeiskari kapping.

 

Á Bolt Arena leikvøllinum í Helsinki í Finnlandi spældi Víkingur fyrra Play Off dystin í Conference League móti grikska liðnum, Panathinaikos. 

 

Tað eydnaðist Víkingi at vinna dystin 2-1, hóast Panathinaikos var stórur favorittur undan dystinum. Tað kundi enntá verið væl betri um Panathinaikos ikki hevði minkað um munin við einum brotssparki stutt undan dystarloki.

 

Íslendsku miðlarnir standa í bíðirøð fyri at hálova Víkingi fyri bragdið í søguliga dystinum, har Víkingur ikki slapp at spæla heima í Íslandi, og heldur ikki sum Plan B slapp at spæla á Tórsvølli. Tí máttu teir longu leiðini til Helsinki í Finnlandi fyri at spæla dystin. 

 

Liðini hittast aftur í Grikkalandi komandi hóskvøld klokkan 20. Samlaði vinnarin vinnur seg í áttandapartsfinalurnar í Conference League.

 

Víkingur Reykjavík-Panathinaikos 2-1 (1-0) - Fyrri Play Off dysturin í Conference League. 

1-0 Davíð Örn Atlason ('13 )

2-0 Matthías Vilhjálmsson ('58 )

2-1 Fitis Ioannidis ('90 , br.)

 

Gunnar Vatnhamar sum hevur verið darvaður av skaða mátti frá beinkinum síggja sínar liðfelagar fremja bragdið móti Panathinaikos.

 

##med2##