Prestisjufulla grannauppgerðin í Flensburg millum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen og liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel endaði við einum sigri til heimaliðið.
Í einum málríkum dysti vann Flensburg 36-33 á Kiel, og vann sostatt enn eitt "Nordderby", ið grannauppgerðin verður nevnd í Týsklandi. Í steðginum var Flensburg á odda 19-17.
Jóhan skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar. Elias skoraði fimm mál upp á sjey málmøguleikar, og hann legði eisini upp til tvey mál.
Kiel er nummar fýra í bundesliguni við 34 stigum, Flensburg er nummar fimm við 33 stigum. Fremst eru liðini hjá Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf við 37 stigum hvør. Melsungen er nummar trý við 36 stigum. So talan er um eina sera javna og spennandi kapping.