Liðið hjá Mikkjali mátti lúta fyri AGF

14. februar spælir AIK Stockholm fyrsta kappingardystin í 2025

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi í dag venjingardyst móti fjórðfremsta liðnum í donsku superliguni, AGF.

 

Dysturin var spældur á uttanveltaðum vølli í Marbella í Spania.

 

AGF vann dystin við einum sigursmáli Patrick Mortensen skoraði í 17. minutti.

 

Aarhus Stiftstidende skrivar, at AGF vann á einum rættiliga - eftir teirra tykki - tannleysum liði hjá AIK.

 

Tað er tó ikki fyrrenn 14. februar, at tað veruliga telur hjá AIK. Tá spæla teir fyrsta dystin í bólkaspælinum í svensku steypakappingini. Tá kemur Degerfors úr triðbestu svensku fótbóltsdeildini á vitjan.

 

10. februar spælir AIK seinasta venjingardystin undan fyrsta kappingardystinum í 2025. Mánadagin 10. februar spælir AIK venjingardyst móti KFUM Oslo, ið spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini.