Tað gjørdist ein góður dagur hjá hoyvíkingunum, Vilhelm Poulsen og Hákuni West av Teigum, og havnarmanninum, Jóhan á Plógv Hansen í týsku bundesliguni.
Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á heimavølli ein tepran 24-23 sigur á Leipzig.
Vilhelm skoraði trý mál fyri Hannover.
Hannover hevur sama stigatal sum liðini hjá Hákuni West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu, Füchse Berlin og THW Kiel, nevnliga 28 stig. Fremst er Melsungen við 32 stigum.
Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á heimavølli stórsigur 36-19 á Potsdam. Heimaliðið var á odda 20-10 í steðginum.
Beint undan steðginum fekk Hákun tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu á útivølli 32-26 á Erlangen. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var javnleikur 16-16. Í seinna hálvleiki var Flensburg omaná.
Jóhan skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir.
Flensburg er við 26 stigum á fimta plássinum beint aftanfyri liðini hjá teimum trimum hoyvíkingunum, ið hava 28 stig hvør.