LÍV og Norðoya Sparikassi flyta í nýggjan bygning

LÍV og Norðoya Sparikassi flyta inn í nýggjan bygning á Óðinshædd í Havn. Tað er LÍV, sum letur bygningin byggja, og verður hann liðugur í summar

Nýggi bygningurin er í trimum hæddum. Norðoya Sparikassi og LÍV fara at leiga ávikavist niðastu og ovastu hædd, meðan miðhæddin ætlandi verður skrivstovuhotell, sum passar væl til smærri feløg og fyritøkur. Bygningurin lýkur øll nútíðarkrøv og hevur fokus verið á nýtsluna í bygninginum. Varandi orka verður nýtt til at hita bygningin, ið er bygdur við tilfari, sum krevur lítið viðlíkahald. Fyri leigaran hevur fokus verið á ljós-, luft- og ljóðviðurskifti. Arbeitt verður eisini við møguleikanum at seta sól-panel á takið.

Virksemið hjá Norðoya Sparikassa í Havn er nógv vaksið, síðani deildin læt upp í 2007. Hóast tað er trupult at flyta, fær Norðoya Sparikassi ein tíðarhóskandi bygning, sum ikki er so langt frá núverandi staðseting.

– Í tilgongdini at finna nýggj høli, varð tað skjótt greitt, at bygningurin kundi nøkta tørvin hjá sparikassanum framyvir. Eisini letur nýggi bygningurin upp fyri, at kundar kunnu fáa fleiri fíggjarligar tænastur á sama stað, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

LÍV hevur hildið til í Kopargøtu í nógv ár, men hevur viljað flutt inn í meira tíðarhóskandi høli til frama fyri kundarnar og starvsfólkini.

– Tað verður kensluborið at flyta úr Quillingsgarði, men nýggi bygningurin fer at geva felagnum nýggjar møguleikar og at bøta um atkomuligheitina til felagið, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.

 

Av tí at bygningurin fer at hava ymiskar leigarar er ætlanin at skipa fyri einari navnakapping til bygningin. Hetta skal stuðla upp undir samleikan og gera tað lættari at vita, hvar bygningurin er staðsettur, og hvat virksemið verður í bygninginum.

 

##med2##