Um vikuskiftið vóru tvey innbot í Havn.
Í tí eina førinum varð brotið inn í PE-handilin í Sigmundargøtu, og í hinum førinum varð brotið inn í endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at stuldur er framdur í PE-handlinum, og helst er stuldur eisini framdur í Reyða Krossi.
- Nakað av peningi er stolið í Sigmundargøtu, men óvist, hvat er stolið í endurnýtsluhandlinum.
Løgreglan hevur tryggjað sær ymiskar lutir í PE-handlinum, sum nú skulu kannast fyri dna.
- Í endurnýtsluhandlinum eru vakmyndatól, og her fara vit at kanna myndirnar, sum vónandi kunnu loysa málið, sigur vaktleiðarin í morgun.