Løgtingið hevur nógvar fundir í hesum døgum, nú tað líður móti endanum av tingárinum 2024. Seinasti framløgudagur hevur verið, og tá koma altíð nógv mál upp í røkur. Gamalt var, at Løgtingið fór heim flaggdagin, tó at tingsetan formliga ikki endar fyrr enn á ólavsøku, tá nýggj tingseta, tingsetan 2025, byrjar. Men sambært ætlan tingsins fer Løgtingið heim 2. mai. Men tað kann altíð verða kallað samanaftur, um eitthvørt bráfeingis er á skránni.
Til dagsins tingfund, sum byrjar klokkan 10, eru 13 mál á skránni:
1 3. viðgerð LM-044/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Longri barsil til foreldur, ið fáa 2 ella fleiri børn undir sama barnsburði og ættleiða 2 ella fleiri børn samstundis, fleiri vikur í barsil til ættleiðingarforeldur, barsil til foreldur at ov tíðliga føddum børnum, leingja barsilin, tá ið barn verður innlagt, javning av hámarkinum fyri barsilspening og barsilsfarloyvi til umsøkjarar við fyribils staðsettum barni)
2 3. viðgerð LM-045/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Áseting um talgilt samskifti og fráboðan og broyting í krøvunum til samansetingina av Vanlukkutryggingarráðnum)
3 3. viðgerð LM-046/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Kunngerðarheimildirnar fáa eins orðing, persónar við lægstu og miðal fyritíðarpensjón og framskundaðari pensjón og persónar í tillagaðum starvi verða undantiknir gjaldskyldu, nærri reglur kunnu ásetast um at halda frí við arbeiðsloysisstuðli, hámarkið fyri arbeiðsloysisstuðul verður hækkað, karantenan hjá sjálvstøðugum vinnurekandi verður stytt, bíðidagar verða strikaðir, karantenan hjá burturvístum verður stytt o.a.)
4 3. viðgerð LM-050/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Innskriving á Familjutænastuna)
5 3. viðgerð LM-051/2024 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber
6 3. viðgerð LM-052/2024 - Uppskot til løgtingslóg um at umleggja lán til Framtak
7 3. viðgerð LM-058/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Kunngerðarheimild um fíggjarligt ískoyti, upprokning av skattafríum inntøkum o.a.)
8 1. viðgerð LM-088/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir (Heimild til kommunur at áseta bústaðaskyldu)
9 1. viðgerð LM-089/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir (Eftirlitsheimildir, Jarðfeingi skal gera mátingar og skrásetingar av boriholum o.a.)
10 1. viðgerð LM-070/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt (Gildiskoma verður ásett í kunngerð, skyldan at umsita og krevja inn pant og rakstrargjald verður flutt frá TAKS til pantumsitaran o.a.)
11 1. viðgerð LM-069/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir (Heitið á løgtingslógini verður broytt, avmarkingin til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir verður strikað, kravið um loyvi til framleiðslu og innflutning verður strikað o.a.)
12 1. viðgerð LM-075/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin) (Broyta ásetingar um rúsevnakoyring, fallhjálm á tríhjólaðari motorsúkklu, avgreiðsla av málum uttan rættarsókn og skiftisreglur)
13 1. viðgerð LM-105/2024 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2024
14 Framløga
Viðmerkingar
LM-088/2024 verður beint í Rættarnevndina
L;M-089/2024 verður beint í Rættarnevndina
LM-070 og 069/2024 verða viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina
LM-075/2024 verður beint í Vinnunevndina
LM-105 verður beint í Uttanlandsnevndina