Fundirnir snúðu seg ávikavist um spentu støðuna á altjóða pallinum, trygdar- og verjumál, umframt tvílandaviðurskifti í sambandi við Hoyvíkssáttmálan.
Báðir partar vóru samdir um, at samstarvið millum londini er gott og eigur at styrkjast í øllum lutum, har Ísland og Føroyar standa saman um leiklutin sum miðdeplar í Norðuratlantshavi og Arktis, og stuðla undir samstarvi millum samsint lond á norðurleiðunum. Semja var somuleiðis um, at grundarlagið fyri samstarvinum millum londini er sterkt við Hoyvíkssáttmálanum, og at báðir partar mugu miðvíst virka fyri at finna loysnir á møguligum ósemjum, til tess at tryggja, at samstarvið kann halda áfram við at mennast og víðkast.
- Eins og á fundinum við Espen Barth Eide, uttanríkisráðharra Noregs, umrøddu vit trygdar- og verjumál, umframt hvussu vit tryggja eitt munandi sterkari samstarv millum tjóðirnar í Norðuratlantshavi og Arktis. Í hesum døgum, har ið upploysn er í øllum vanligum samskifti millum londini í heiminum, er ongantíð meira týdningarmikið, at tjóðirnar í Norðuratlantshavi standa saman um at vit – fólkið, ið her býr og livir – seta dagsskránna og tryggja fólkaræði og altjóða reglur í okkara parti av heiminum, sigur landsstýrimaðurin í uttanríkis- og vinnumálum.
Landsstýrismaðurin nýtti somuleiðis høvi at vitja Keflavík Air Base og fekk har kunning um eftirlitsvirksemið í Íslandi, og vitjaði ein av teimum fýra lofteftirlitsradarunum, sum Ísland rekur, sum partur av NATO. Vitjanin var liður í fyrireikingunum til, at Føroyar í næstum yvirtaka málsøkið loftferðsla og eftirlitið við loftrúminum í Føroyum.