Lugi var fyri enn einum tapi

Liðið hjá Aleksandar Lacok megnar ikki at lyfta seg úr botninum

Gongdin er framvegis tung hjá landsliðsmálverjanum, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfeløgunum í Lugi í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Ígjár tapti Lugi greitt á heimavølli 23-32 fyri Tyresö, ið var á odda 17-15 í steðginum.

 

Lugi, Tumba, IFK Ystad og IFK Karlskrona hava øll 16 stig. Karlskrona er á fjórðaftasta plássinum, ið merkir upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.

 

Lugi er tó seks stig omanfyri næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting aftaná lokið grundspæl.

 

Komandi leygardag hevur Lugi torføran útidyst móti næstfremsta liðnum í deildini, Varberg.