Macron fer til USA í næstu viku saman við Starmer

Trump fær vitjan av evropeiskum leiðarum eftir russisk-amerikanskar samrøður um kríggið í Ukraina.

Franski forsetin, Emmanuel Macron (vinstrumegin) vitjar í næstu viku í USA saman við bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer. (Arkivmynd). - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix

Franski forsetin, Emmanuel Macron, fer til Washington í næstu viku.

 

Tað váttaði tjóðartrygdarráðgevin hjá Trump, Mike Waltz, í kvøld.

 

Forsætisráðharrin í Bretlandi, Keir Starmer, verður eisini við. Tað er ikki greitt, nær vitjanin verður.

 

Vitjanin hjá evropeisku leiðarunum kemur lag eftir at amerikanski forsetin, Trump, í sjálvdrátti hevur viðgjørt kríggið í Ukraina.

 

Uttan um sínar sameindu í Evropa og Nato, tosaði hann í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin, í síðstu viku. Her umrøddu teir kríggið í Ukraina.

 

Fundur hevur síðani verið í Saudiarabia, har russiski uttanríkisráðharrin hitti sín amerikanska starvsbróður.

 

Eingi evropeisk lond - heldur ikki Ukraina - vóru umboðað.

 

Hendingarnar seinastu vikuna hava fingið evropeiskar leiðarar at óttast fyri, at Trump fer at gera eina friðaravtalu við Russland, uttan at Ukraina og evropisk lond eru við í samráðingunum.

 

Hetta hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tó víst aftur.

 

- Eingin verður settur til síðis, segði hann eftir fundin í Saudiarabia.

 

Trygdarráðgevin Mike Waltz avsannar eisini, at Evropa ikki verður við í málinum.

 

- Vit tosa við allar partar, segði hann í dag.

 

Næstan trý ára langa stríðið í Ukraina verður helst ovalaga á skránni, meðan Macron og Starmer vitja í amerikanska høvuðsstaðnum.

 

Donald Trump hevur sagt, at hann vil hava eina friðaravtalu í lag skjótt.

 

Kríggið hevur kostað ov nógv mannalív - og alt ov nógvar amerikanskar skattakrónur, heldur hann.

 

Trump hevur nýliga sagt, at ukrainski forsetin, Zelensky, skal "gera skjótt av", um hann ikki vil missa land sítt.

 

Ritzau/Reuters

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron (vinstrumegin) vitjar í næstu viku í USA saman við bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer. (Arkivmynd). - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix