Macron tosaði við Trump áðrenn fundin í París

Evropeiskir leiðarar savnast fyri at tosa um trygdina og samráðingarnar hjá USA við Russland um frið í Ukraina.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, bjóðar danska forsætisráðfrúnni, Mette Frederiksen, seinnapartin mánadagin vælkomnum á Élysée-palassinum, har ein røð av evropeiskum leiðarum fara at umrøða tilgongdina hjá nýggju amerikansku stjórnini til ósemjuna í Ukraina og royndirnar at fáa frið í landinum. - Mynd: Gonzalo Fuentes/Reuters

Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur tosað við amerikanska starvsbróðurin, Donald Trump, undan einum óformligum fundi um Ukraina, sum byrjaði í París seinnapartin í dag.

Tað siga starvsfólk hjá Macron frá, sambært tíðindastovunum AFP og Reuters.

Ongar smálutir vóru tøkir beinanvegin um, hvat teir báðir forsetarnir umrøddu.

Á fundinum fara evropeisku leiðararnir at umrøða trygdina í Evropa og hvussu Evropa skal svara uppá samráðingarnar hjá USA við Russland um frið í Ukraina.

Høgir amerikanskir sendimenn eru í Saudi Arabia, har teir væntandi hitta russisk umboð í morgin.

Mánadagin fara evropeiskir leiðarar væntandi eisini at umrøða seinastu fráboðanirnar úr USA um, at Evropa nú skal taka størri ábyrgd av trygdini á meginlandinum.

Hetta er eisini galdandi fyri trygdina hjá Ukraina og avbyrgingina av Russlandi.

Á fundinum í París luttaka forsetin í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og forsetin í ES, António Costa.

Somuleiðis aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, og ríkis- og stjórnarleiðarar úr Fraklandi, Týsklandi, Bretlandi, Italia, Póllandi, Spania, Hollandi og Danmark.

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, umboðar ikki bara Danmark, men eisini norðurlond og baltisku londini.

/Ritzau/