Í staðin varð hann handtikin av agentum frá amerikanska innanríkistrygdarráðnum, DHS, sigur advokaturin hjá honum við ABC News.
Næmingurin eitur Mohsen Mahdawi og hann hevur fastan bústað í USA. Tað er ikki greitt, hví Mahdawi varð handtikin.
Hann, saman við næminginum Mahmoud Khalil, hjálpti til at stovna ein universitetsbólk, sum kallaðist Palestinska Studentafelagið í 2023.
Mahmoud Khalil varð handtikin 8. mars.
Mahdawi vaks upp á Vesturbrúnni og kom til USA í 2014.
/Ritzau/