Svøríki kallar nú russiska sendiharran inn til fundar, tí Svøríki hevur eini boð at bera sendiharranum.
Tað veit svenska kringvarpið at siga í kvøld.
Orsøkin er russisku álopini á býir í Ukraina seinastu tíðina, har fleiri sivilfólk hava latið lív.
Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, sigur, at eitt land, sum vil hava frið, uppførir seg ikki soleiðis, sum Russland ger.
- Vit heita tí enn einaferð á Russland um at taka sínar herdeildir úr ukrainskum øki, sigur hon við SVT.