Kvinnur í almennum starvi størstan lønarvøkstur

12,9 milliardir er útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 5,5 prosent

Hagstovan

 

Størsti vøkstur er hjá kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði.

 

680 milliónir krónur, ella 5,5 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá apríl 2024 til mars 2025 enn undanfarnu 12 mánaðirnar. 

 

Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta sæst við at hyggja eftir trendinum. 

 

Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er eitt prosent hægri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

 

Av samlaða vøkstrinum á næstan 680 milliónir krónur, áttu kvinnurnar 54 prosent við 368 milliónum krónum. Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, 325 milliónir krónur. 

 

Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá monnum var lønin fýra prosent hægri. Hjá kvinnum og monnum sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði var vøksturin ávikavist 10 og 5 prosent.

 

Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðirnar frammanundan. 

 

"Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" hevur sum tann einasta vinnugreinin havt eina minking í útgoldnum lønum. Verður vinnugreinin víðari útgreinað, sæst at størsta minkingin er í uppsjóvarveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru 95 milliónir ella 15 prosent minni seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. 

 

Gev gætur, at frá februar í 2025 eru lønir í Tórshavnar Kommunu nærri sundugreinaðar. Eldraøkið í Tórshavnar Kommunu er nú flutt úr vinnugreinini "O Almenn umsiting og verja" yvir í vinnugreinina "Q Heilsu- og almannaverk" í undirbólkin "Q87 Røktarvirksemi á bústovnum". Hetta førir við sær eitt brot í dátunum, sum ger, at hesar nevndu vinnugreinarnar ikki eru sambærligar tvørtur um dátubrotið áðrenn og eftir februar í 2025. 

 

##med2##

 

Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki.  Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við 10 prosentum. Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við 3,5 prosentum. 

 

Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki.

 

##med3##

 

Í mars var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 35,380 krónur. Hetta eru átta prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í mars fingu kvinnur 28.567 krónur í miðal, sum er 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 41.582 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin næstan 10 prosent hægri hjá monnum og 6 prosent hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.  

 

##med4##

 

Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. 

 

Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald. 

 

Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

 

 

Broyting í hagtølunum í 2024

 

Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet - serliga seinni árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.

 

 

Meira fæst at vita við at trýsta her