Maður handtikin fyri brot á skilhaldsreglur

Í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni við eitt vertshús í Havn

Tað var ein maður, ið sum løgreglan sigur »var til ampa« uttan fyri Sirkus í Vágsbotni í Havn.

Løgreglan fór á staðið, og tá var viðkomandi framvegis á vegnum uttanfyri, har hann rópti og gjørdi um seg. Sambært vakthavandi var maðurin rúsdrekkaávirkaður.

Hann varð síðani handtikin og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar.

– Hann er júst leyslatin aftur og hevur sovið rúsin av sær her síðani klokkan 20 í gjárkvøldið, segði vakthavandi á politistøðini í morgun.

Í gjár gjørdi løgreglan eisini málrættað átak í Suðuroy. Tað var um 11 tíðina gjáramorgunin á Marknoyravegnum í Vági. Har vóru tvey klipp og ein átala fyri smærri brot visti vakthavandi at siga úr politirapportini í morgun.