Í dag verða tvær av 1/8 finalunum í EM-endaspælinum í Týsklandi. Frakland tekur móti Belgia, meðan Portugal er stórfavorittur móti Slovenia. Her er upptaktin til dystin millum málleysa Cristiano Ronaldo og ósigraður slovenarnar.
Portugal – Slovenia (20.00)
Leikvøllur: Deutsche Bank Park, Frankfurt
Dómari: Daniele Orsato (Italien)
Sjónvarp: TV 2
Portugal er millum favorittarnar at vinna EM. Tað byrjaði eisini væl við tveimum sigrum og víðari luttøku undan triðja dystinum í bólkaspælinum, sum var móti undirtippaðu Georgia. Fleiri av eyka spælarunum fingu møguleikan, men teir tóku ikki av og Portugal tapti 2-0.
Spurningurin er, um tapið hevur nakað at siga. Portugal var víðari og allar mans eru tøkir til dystin til í kvøld. Cristiano Ronaldo hevur ikki fingið hol á málskjótingina, men hetta skuldi verið ein góður møguleiki.
Slovenia verður ikki mett at hava tann stóran møguleikan at vinna í kvøld, men úrslitini higartil hava verið góð. Slovenia hevur spælt tríggjar ferðir javnleik. Móti Onglandi, Danmark og Serbia. Tað er ikki smávegis.
So hóast dysturin á pappírinum kundi sæð óáhugaverdur út, so er nakað, ið bendir á, at tað er vert at seta seg frammanfyri sjónvarpinum í kvøld.
Møguligar uppstillingar:
Portugal (3-4-3): Costa - Dias, Pepe, Cancelo - Dalot, Vitinha, Fernandes, Mendes - Silva, Ronaldo, Leao
Slovenia (4-4-2): Oblak - Karnicnik, Drkusic, Bijol, Balkovec - Mlakar, Elsnik, Cerin, Stojanovic - Sporar, Sesko