Tað eru fýra ár síðani, at eitt føroyskt manslandsliðið hevur vunnið á útivølli. Svongdin var tí stór, tá føroyska liðið seinastu minuttirnar tveitti seg runt í egnum brotsteigi og vardi sum úlvur á skóg. Leiðslan, sum Viljormur Davidsen hevði givið okkum í fyrra hálvleiki, helt allan vegin.
Tað var ein søtur biti at fáa, tá grikski dómarin, Anastasios Sidiropoulos, bríkslaði fyri seinastu ferð. Tá hevði føroyska málið verið bombarderað í ein góðan hálvan tíma, men tað kom einki skot, sum føroysku spælararnir ikki órógvaðu, ella høvdu fult álita á, at Teitur M. Gestsson fór at bjarga.
Hetta bleiv ein forloysandi sigur. Bæði tí tað eru fýra ár síðani at vit hava vunnið á útivølli, men eisini tí vit hava verið so nær við, at vunnið seinastu dystirnar, men hvørja ferð er tað koppað skeivan veg.
Ringt lag í armensku leguni
Eftir dystin á Republic leikvøllium var gleði á føroyska bonkinum, meðan lagið var avbera ringt í armensku leguni. Har er venjarin eisini júst koyrdur, og har er stór ónøgd við leiðsluna í armenska fótbóltssamandinum. Ónøgdin var so stór, at eftir dystin stóðu fleiri hundrað armensk viðhaldsfólk og róptu ókvæmisorð eftir forsetanum í fótbóltssambandinum. Sambært fólkum á staðnum, so mátti forsetin nærmast fara til rímingar stutt fyri dystarenda.
##med3##
Kommunuvalið órógvaði náttarsvøvnin
Størstu avbjóðingar í Armenia hava verið langa ferðin og tíðarsonan, sum er fýra tímar frammanfyri okkara. Fleiri spælarar hava viðgingið, at tað hevur verið torført at finna døgnrútumina hesar dagar. Serliga kommunuvalið órógvaði, tí dramatikkurin í Høllini á Hálsi er ikki farin framvið hjá øllum. Tá Sigrún Brend eina ferð var liðugt at avdúka hvør hevði fríggjað við hvørjum, var tað á miðjari nátt í Armenia.
Tá føroyska liðið lendi í Skopje í Norðurmakedónia eftir tríggjar tímar í luftini, var klokkan tað saman, sum tá farið var úr Jerevan. Norðurmakedónar eru bara ein tíma frammanfyri okkum í Føroyum. Við hesum í huga, hevur landsliðið eisini roynt at hildið ein døgnrútmu, sum líkist tí í Norðurmakedónia.
Spælararnir eru farnir lutfalsliga seint í song og hava ikki verið upp fyrr enn klokkan 11 armenska tíð. Tað er klokkan 7 føroyska tíð. Hetta ger at spælararnir ikki verða stórvegis órógvaðir av broyttu tíðarsonuni, nú teir eru komnir til Skopje.
##med2##
Uppihaldið í Jerevan hevur verið frálíkt. Landið liggur nærri Kina enn Føroyum, og tað stórur mentanarligur munur á tilveruni í Armenia enn í Føroyum. Tað var nógv politi at síggja í gøtunum og fátækaradømi var eisini til at fáa eyga á, sjálvt um høvðusgøtan hevði allar teir stóru og kendu handilsketurnar.
Føroyska manslandsliðið fór avstað til Armenia við eini øgiligar svongd, at prógva seg og sleppa undan niðurflytingarvandanum í Nations League. Hetta bleiv klárað upp á ein dyst. Menn vóru mettaðir við trimum stigum í Jerevan, men longu í flogfarinum á veg til Skopje byrjar svongdin at gera um seg aftur.
##med4##
Við seks stigum hevur Føroyar tvey stig fleiri enn Armenia og Lettland, nú vit møta greiða vinnaranum í bólkinum. Klára Føroyar at halda seg frammanfyri tvey bæði londini, so skulu Føroyar spæla play-off í mars mánaði um at koma upp í deild B.
Botnurin bleiv lagdur í Armenia, nú er spurningurin um svongdin og evnini røkka til enn meir. Tað fáa vit at síggja sunnudagin klokkan 14, tá Føroyar spæla móti greiða vinnaranum av bólkinum, Norðurmakedónia.
##ms##