Løgmaður: Vit eru enn ímóti men viðurkenna bara veruleikan

Javnaðarflokkurin er ikki bakkaður, men viðurkennur at hann er í minniluta og vil hava sum frægast burturúr, sigur løgmaður

Hóast samgonguleiðararnir ikki tosað so nógv um tað, so hevur samgongupípan fingið annað ljóð, tá tað snýr seg um at gera fiskiveiðusáttmála við Russland

Løgmaður er ikki samdur í, at Javnaðarflokkurin hevur brotið lyftið, sum hann gav undan valinum, millum við at Aksel V. Johannesen persónliga sendi bræv í hvørt hús, har hann lovaði, at við Javnaðarflokkinum í Tinganesi, so varð eingin sáttmáli gjørdur við Russland.

Nú uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur ráðgvið landsstýrinum, so er greitt, at umboðið hjá Javnaðarflokkinum í uttanlandsnevndini, formaðurin sjálvur, Bjarni Hammer, er við í meirilutanum, sum mælir til, at sáttmáli verður gjørdur við Russland.

– Nei, vit eru ikki bakkaði frá lyftinum. Vit halda framvegis akkurát tað sama, sum vit alla tíðina hava hildið, men vit hava staðfest tað, at tað er ikki meiriluti fyri tí í Løgtinginum, og tí mugu vit handla út frá tí og avmarka samband okkara við Russland í mest møguliga min, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Tit avmarka samstarvið við Russland við at mæla til at gera nýggjan sáttmála við Russland, heldur tú ikki at tað skurrar eitt sindur?

– Eg fái ikki sagt, at hvar ráðførsluskjalið sigur, tað er í trúnaði, men vit taka ikki undir við at fiskiveiðisamstarv við Russland, men vit mugu stað festa, at vit eru í minniluta í Løgtinginum, og so mugu vit taka tað harfrá, sigur Aksel V. Johannesen. 

– Tað er rætt, at Bjarni Hammer er við í meirilutanum, men framvegis halda vit, at vit ikki eiga at gera avtalu, men vit vita, at vit eru í minniluta í Løgtinginum, so vit mugu handla út frá tí og royna at fáa eina semju um at avmarka okkara samskifti við Russland so nógv sum møguligt, sigur løgmaður.

Hann sigur, at tá hann ikki hevur meiriluta fyri at enda samstarvið, so verður hann noyddur at gera sermjur, sum avmarka samstarvið í størstan mun. 

– Tá tað ikki er undirtøka fyri at enda samstarvið, so er tað líka mikið, hvat Javnaðarflokkurin sigur í uttanlandsnevndini. Tí mugu vit royna at fáa ávirkan og minka tað so nógv sum gjørligt. 

Og her vísir løgmaðurn á, at Føroyar hava sett umfatandi havnarstongsul í verk, og vit hava fylgt ES í teirra sanktiónum mótvegis Russlandi, og at vit í fjør tóku serøkið sunnanfyri úr avtaluni við Russland. 

– Hvat liggur á borðinum júst nú, tá fái eg ikki sagt, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.  

Spurdu uppaftur, um tað ikki hevur týdning, at umboðið hjá Javnaðarflokkinum heldur seg til tað, sum flokkurin hevur lovað, sigur løgmaður, at í sjálvum sær hevði flokkurin framvegis verið í minniluta. 

 

Lesið eisini: Ja til Russland: Javnaðarflokkurin svíkur skriftligt lyfti frá løgmanni

– So tað hevði ikki gjørt tann stóra munin, men so er spurningurin, um man kann fáa eina ávirkan og gera semju við onnur soleiðis, at samstarvið verður í minst møguligan mun – ikki bara viðvíkjandi fiskivinnusamstarvi, men samstarvi sum heild við Russland, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Málið um fiskvinnusamstarvið við Russland fylti nógv í valstríðnum og í fjør, tá tað dró út, men endaði eins og í ár við, at uttanlandsevdnin mælti til at fara undir samráðingar. 

So hvørt tíðin er liðin er samgonguflokkarnari dragnaðir alsamt meira frá tí, sum teir lovaðu undan valinum. 

Men sambært løgmanni er tað hjá Javnaðarflokkinum bara ein staðfesting av, at Javnaðarflokkurin er í minniluta við sínum sjónarmiðið – og eftir øllum at døma er málið um samstarv við Russland ikki nakað, sum Javnaðarflokkurin fer at seta samgonguna í vanda uppá.

 

Hóast samgonguleiðararnir ikki tosað so nógv um tað, so hevur samgongupípan fingið annað ljóð, tá tað snýr seg um at gera fiskiveiðusáttmála við Russland