Maria avrikaði væl tá Horsens helt fast í áttanda plássinum

Horsens vann á útivølli

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Aarhus. 

 

Tað eydnaðist Horsens at vinna ein tepran 24-23 sigur. Í steðginum var Horsens á odda 12-10.

 

Maria avrikaði væl í kvøld. Hon skoraði fýra mál og legði upp til fimm mál, og vann eisini liðnum hjá sær eitt brotskast.

 

Við sigrinum heldur Horsens fast í áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið. 

 

Horsens er nummar átta í deildini við 17 stigum fyri 24 dystir. Horsens er eitt stig frammanfyri Silkeborg-Voel.