Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Frammanfyri heimafjøldini í Forum í Horsens vunnu Maria og liðfelagarnir í kvøld 28-21 á Bjerringbro. Í steðginum var Horsens á odda 11-9.
Maria skoraði tvey mál, legði upp til trý mál, og vann liðnum eitt brotskast.
Við sigrinum vann Horsens seg upp á áttanda plássið, ið aftaná lokið grundspæl gevur rættin at spæla í ovara endaspælinum.
##med2##
Kelda: Tophåndbold