Landsliðsleikarin, Marita Mortensen hevur føðingardag í dag, og tað hátíðarhelt hon við at gerast toppskjútti hjá HØJ í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Marita var saman við Cecilie Kvisgaard toppskjútta, tá HØJ á útivølli vann 34-27 (16-14) á Søndermarken. Marita og Cecilie skutu seks mál hvør.
HØJ hevur langt síðani vunnið deildina, og harvið vunnið beinleiðis uppflyting, men tær taka ikki ferðina av.
HØJ er greitt oddalið við 38 stigum fyri 21 dystir. Holstebro er nummar tvey við 29 stigum, og liðið hjá Vár og Lív Zachariassen, Ajax er triðfremst við 25 stigum.
Ajax spældi í málfátækum dysti javnleik 15-15 (10-8) í útidysti móti Gudme. Ajax var eitt skiftið á odda 13-9. Men javnleikur var nóg mikið til at halda Ajax á triðja plássinum nú bert eitt umfar er eftir at leika. Í hølunum á Ajax koma Rødovre, Roskilde og AGF, ið øll hava 24 stig hvør.
Ajax skal komandi leygardag klokkan 14 í tí seinasta dystinum "bara" syrgja fyri at vinna á AGF á heimavølli. So verður Ajax triðfremst og sleppur at spæla dystir um uppflyting.
Somu klokkutíð endar HØJ eitt flott kappingarár við heimadysti móti Gudme. Tá fara Marita og liðfelagarnir eftir at koma upp á 40 stig av 44 møguligum.