Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ halda rimmarfast í uppflytingarkósini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í dag vann HØJ á heimavølli í Ølstykke frammanfyri 400 áskoðarum trivaligan 39-31 sigur á Ejstrup/Hærvejen. Í steðginum var støðan 18-13 til HØJ.
Marita var noterað fyri tvey mál í dag.
HØJ er greitt oddalið við 29 stigum fyri 16 dystir. Nummar tvey er Holstebro við 21 stigum fyri 15 dystir, og nummar trý er liðið hjá Vár og Lív Zachariassen, Ajax við 20 stigum fyri 16 dystir. Leikast skulu 22 dystir í grundspælinum, so tað skal ganga nógv galið hjá HØJ um tær ikki skulu vinna sær beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Fremsta liðið flytur beinleiðis upp, meðan nummar tvey og trý í grundspælinum spæla uppflytingardystir.
Ajax tapti ígjár 22-26 (10-13) fyri Roskilde á heimavølli. AGF og Roskilde hava 18 stig hvør, so tað er hørð kapping um annað og triðja plássið, og harvið uppflytingardystir aftaná lokið grundspæl.