Tá ið B68 á síðsta leikdegi vann 4-1 á útivølli ímóti NSÍ og við sigrinum bjargaði lívinum í bestu deildini, var 17 ára gamli Bartal Páll Klein stóri maðurin. Hann skoraði hattrikk.
Tað hevur ljóðað, at Bartal Páll fer av landinum at royna seg, og tað er óvist, hvussu tað verður við Brian Jakobsen, sum var ein annar av álopsspælarunum hjá B68.
Tað er greitt, at Jóhan Josephsen fer at halda fram á Svangaskarði. Hann hevur B68 leigað úr KÍ.
Nú er tað greitt, at Martin Klein Joensen verður nýggjur álopsspælari hjá B68. Í fjør var hann eyðsýndur í Víkingi, har hann skoraði 16 mál og var bestu spælari onkran mánað. Síðani fór hann til Íslands at royna seg. Har gjørdi hann skjótt av, og síðani hann kom aftur úr Íslandi og aftur fór at spæla við Íslandi, riggaði tað ikki væl.
Tølini siga, at Martin var við í 15 dystum. 12 ferðir varð hann skiftur inn, og tríggjar ferðir varð hann skiftur út, og hann skoraði trý mál.
Martin Klein Joensen, sum 2. jóladag verður 25 ár, hevur sambært FaroeSoccer spælt 90 landskappingardystir í bestu deildini og hevur skorað 38 mál.