Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad spældu tíðliga seinnapartin heimadyst móti gamla liðnum hjá Heina Fossdalsá Sørensen, Thisted í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Aarhus, ið hevði Martin við frá dystarbyrjan at vinna dystin 2-0. Stóra hetjan hjá Aarhus var Mathias Kubel, ið skoraði bæði málini.
Martin og liðfelagarnir eru næstfremst í deildini við 38 stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri liðið hjá Andrass Johansen, Fremad Amager sum hevur 39 stig.
Ígjár tapti Fremad Amager á heimavølli 2-3 fyri HIK. Andrass skoraði fyrra málið hjá heimaliðnum.
Komandi leygardag spælir Fremad Amager dyst á útivølli móti Frem. Sama dag hevur Aarhus Fremad útidyst ímóti HIK.