B68 er komið á stigatalvuna. Síðsta bríksl hevur verið á Svangaskarði, har B68 vann 2-0 ímóti FC Suðuroy, sum er nýtt lið í bestu deildini. Hálvleiksstøðan var 1-0.
Tað vóru tveir av nýggju monnunum hjá Jákupi á Borg og B68, sum skoraði málini.
Í fyrra hálvleiki var tað Martin Klein Joensen, sum var málskjútti. Tað var sjey minuttir undan steðginum. Í 3-2 tapinum í fyrsta umfari ímóti HB í Gundadali varð Martin Klein Joensen skiftur inn, tá ið eitt stórt korter var eftir. Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu, og í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð, síðani hann í vetur skifti úr Víkingi og til B68.
Eitt korter undan leikloki økti Marjus Nón um munin til 2-0. Eftir horna úr vinstru, sum Bárður Ó. Jensen tók sær av, legði Marjus seg afturav og saksisparkaði bóltin í málið. Í 3-2 tapinum í Gundadali ímóti HB í fyrsta umfari varð Marjus Nón skiftur inn 18 minuttir undan leikloki. Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu og í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð, síðani hann í vetur skifti av Skála og yvir á Toftir.
FC Suðuroy royndi seg fyri fyrstu ferð í bestu deildini síðani 2015. Heimaliðið var omaná og B68 hevði fleiri royndir ímóti málinum og fleiri hornaspørk enn FC Suðuroy. Men gestirnir spældu seg til málmøguleikar, og Salmundur Bech man iðra seg um, at hann ikki skoraði mál í seinna hálvleiki.
Í triðja umfari, sum verður leygardagin 30. mars, fer B68 at spæla grannauppgerð á útivølli ímóti NSÍ, og tá fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti HB.
##med2##