Heimsins besti hondbóltsleikari, trífaldi heimsmeistarin, olympiski meistarin og stórskjúttin, danski Mathias Gidsel verður liðfelagi hjá Hákuni West av Teigum drúgva tíð aftrat.
Undan dystinum hjá Füchse Berlin móti Potsdam ígjár var tað kunngjørt til stóra gleði fyri heimafjøldina, at Gidsel hevur longt sáttmálan til summarið í 2029.
Füchse Berlin hevur enn til góðar at vinna bundesliguna, men kappast hetta kappingarárið í Champions League, tí liðið vann silvur í bundesliguni farna kappingarár.