Mattias slapp at verja málið hjá Fredericia

FC Fredericia spældi venjingardyst móti Roskilde

Síðani august í fjør hevur Mattias H. Lamhauge ikki ofta vart málið hjá FC Fredericia.

 

Í dag var Mattias tó at síggja millum stengurnar, tá Fredericia spældi venjingardyst móti Roskilde. Roskilde vann dystin 2-1.

 

Komandi leygardag spælir Fredericia seinasta venjingardystin. Hann verður á heimavølli móti liðnum hjá Martini Agnarssyni. Aarhus Fremad.

 

Fredericia spælir fyrsta kappingardystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini sunnudagin 23. februar. Tá kemur HB Køge á vitjan.

 

Í vár verður Mattias aftur í harðari kapping við Valdemar Birksø at sleppa at verja málið hjá Fredericia.