Í augustmánaði vóru 47 elpersónbilar skrásettir í Føroyum. Tað eru 36,7 prosent av nýggju persónbilunum hendan mánaðin
Í Facebookbólkinum El-Bilar í Føroyum hava tey roknað hetta út.
Higartil í ár eru 24,8 prosent av teimum nýggju bilunum verið elbilar. Tað vil siga, at fjórði hvør nýggi persónbilur, sum verður skrásettur, er elbilur.
Hjá hinum bólkunum vóru broytingarnar hesars í augsutmánaði:
Bensin: -52
Diesel: -17
Bensin PHEV: +13
Bensin HEV: +36
Diesel HEV: +3
Diesel PHEV: +1, hetta er fyrsti av hesum slag sum er skrásettur.
Samlaði persónbilaflotin vaks við 31 bilum, soleiðis eru 16 færri bilar við útstoyti á vegunum nú, enn fyri einum mánaði síðani, og tað eru 23 færri enn við ársbyrjan.