Tá Mette Frederiksen forsætisráðfrú vitjaði í Grønlandi í mars 2022, hitti hon táverandi grønlendska landstýrisformannin, Muté B. Egede. Tá hon vitjar aftur í Grønlandi í næstu viku, fer hon at hitta nývalda formannin, Jens-Frederik Nielsen. - Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen vitjar í Grønlandi í næstu viku

USA leggur framvegis trýst á Grønland og Danmark, og støðan "rópar eftir samleika", sigur forsætisráðfrúan.

Tá Mette Frederiksen forsætisráðfrú vitjaði í Grønlandi í mars 2022, hitti hon táverandi grønlendska landstýrisformannin, Muté B. Egede. Tá hon vitjar aftur í Grønlandi í næstu viku, fer hon at hitta nývalda formannin, Jens-Frederik Nielsen. - Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen forsætisráðfrú vitjar í Grønlandi frá mikudegnum til fríggjadagin í næstu viku.

Tað sigur forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.

Hon fer á fund við Jens-Frederik Nielsen, sum er nývaldi stjórnarleiðari í Grønlandi.

Forsætisráðfrúan fer eisini á fund við nýggja landsstýrið.

- Grønland er júst farið ígjøgnum eina góða fólkaræðisliga tilgongd og skipað eina breiða stjórn. Tað hevur týdning fyri meg at vitja og heilsa upp á komandi landsstýrisformannin sum skjótast, sigur forsætisráfrúan.

Í gjár løgdu fýra flokkar fram eina nýggja, breiða stjórn í Grønlandi. Tað kom uppá pláss eftir vikur av samráðingum.

Á odda fyri Grønlendsku landsstýrinum verður 33 ára gamli Jens-Frederik Nielsen, formaður í Demokraatit-flokkinum.

Breiða stjórnin er skipað í eini órógvandi tíð, har amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir hevur víst á ynski um vald á Grønlandi.

Seinast vitjaði varaforsetin í USA, J.D. Vance, Grønland og amerikanska støðin Pituffik Space Base fríggjadagin.

Vance kom nakrar tímar eftir at nýggja grønlendska landsstýrið var skipað.

Nýggi grønlendski stjórnarleiðarin hevur kallað vitjanina hjá amerikanarum "óvirðiliga".

Mette Frederiksen segði í dag, at handfaringin hjá grønlendingum av trýstinum frá USA hevur "mína djúpastu virðing".

- Hetta er ein støða, sum krevur samleika tvørtur um politiskar flokkar. Tvørtur um londini í Ríkisfelagsskapinum. Og um samstarv á virðiligan og javnbjóðis hátt, stendur í tíðindaskrivinum.

/ritzau/ 