Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í hesari Nations League kappingini.
Á útivølli í Trnava spæla Føroyar dyst móti Slovakia. Hini bæði liðini í bólkinum eru Moldova og Gibraltar.
KVF 2 stroymir dystin á kvf.fo.
Slovakia er risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Slovakia eru so lág sum 1,05.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 13,00.
Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru heili 34,00.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##